Á fundinum vóru fiskimálaráðharrarnir samdir um at arbeiða saman um at røkja teir fiskastovnarnar, sum koma hendanvegin orsakað av broytingum í veðurlagnum, soleiðis at fiskiskapurin verður burðardyggur.
Við øðrum orðum vóru fiskimálaráðharrarnir á einum máli um at fylgja teimum lívfrøðiligu tilráðingunum, sigur grønlendski landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Finn Karlsen, við grønlendska kringvarpið. Hann leggur afturat, at hini londini, heldur ikki ES, høvdu nakrar atfinningar at grønlendska royndarfiskiskapinum eftir makreli.
-Men fáa vit støðu sum strandarland og kunnu fáa okkum egna kvotu, fara vit sjálvandi at halda okkum til tey lívfrøðiligu tilmælini, sigur landsstýrismaðurin.
Á fundinum vóru landsstýrismenn og ráðharrar úr Grønlandi, Íslandi, Føroyum, Noregi, Russlandi og Kanada.