Skulu funktiónir, sum náttúrliga hoyra heima í Klaksvík nú flytast til Suðuroyar?

Læs grein í Sosialinum um, at verður hugskotið, sum fiskivinnumálaráðið arbeiðir við ført út í lívið, so verða umsitingarnar hjá Tjaldrinum og Magnusi Heinasyni fluttar til Suðuroyar og lagdar saman við Strandferðsluni

Tað næsta, sum kemur fram í fjølmiðlunum er, at ein annar almennur stovnur (brúkaraumboð) skal setast á stovn í Suðuroynni. Eg unni væl suðringum henda stovn, tí støðan í Suðuroy er ikki góð.

Landsstýrismenninir Jacob Vestergaard og Jóhan Dahl skulu hava rós fyri, at teir kempa fyri oynni, sum stóð saman um at velja teir á ting.

Men tá tað so er sagt, vænti eg samstundis, at okkara politisku umboð, sum klaksvíkingar saman við norðoyingum stóðu saman um at velja á ting, eisini kempa fyri, at Klaksvíkin skal verða ein framtíðar býur við nógvum møguleikum.

Júst vaktar- og bjargingartænastan er dømi um ein stovn, sum náttúrliga hoyrir heima í Klaksvík. Eftir mínum tykki skal alt tað, sum hevur nakað við sjó- og fiskivinnu at gera, og eisini útbúgvingar innan hetta øki, flytast til Klaksvíkar.

Eg vil enn einaferð spyrja rætta viðkomandi, hví onki hendir við trygdarmiðstøðini í Klaksvík.

Fyri nøkrum árum síðani valdi Klaksvíkin ikki at bjóða seg fram sum oljuútgerðarhavn, tí vit valdu at satsa upp á sjó- og fiskivinnuna. Táverandi býráð valdi ikki at kappast við Runavík, Tvøroyri og Tórshavn um hetta.

Innan skúlaøkið eru serdeilis nógvir møguleikar í Klaksvíkini. Vit hava ein vælútbygdan Tekniska Skúla. Og við nakað av nýgerð kunnu vit hýsa øllum tekniskum útbúgvingum í Føroyum á einum tekniskum depli.

Og her hugsi eg serliga um úttalilsi hjá Helenu Dam á Neystabø um, at nú vegakervið er útbygt í Føroyum so nógv og fyri so høgar upphæddir hesi mongu seinastu árini, at tíðin var komin har til, at vit ikki skulu hava dupultfunktiónir. Og júst hettar er ein gyltur møguleiki at hava allar tær teknisku útbúgvingarnar undir einum taki í Klaksvík.

Í kjalavørrinum av javnstøðupolitikkinum havi eg hug at varpa ljós á javnstøðuna oyggjanna millum. Um sentraliseringin heldur fram í sama líki, sum hesi seinastu mongu árini, verður endin tann, at tað bert verða havnarfólk, sum fáa familjuna/børnini aftur til sín heimbý eftir lokna útbúgving í øðrum londum, av tí einklu orsøk, at onki arbeiði er til útbúnu fólkini uttan fyri Havnina.

Tíðin er komin hartil nú, at landspolitikarnir eru noyddir til at melda út, hvat teir vilja við Klaksvíkini. Skal Klaksvíkin verða ein blomstrandi býur við møguleikum, ella skal sentraliseringin halda fram.

Løtan er komin hartil, at tað hastar at gera íløgur í býin. Eftir at Kósavirkið varð latið aftur, eru 200 - 250 fólk í býnum vorðin arbeiðsleys. Handlar og aðrar vinnur í býnum rópa varskó, tí kundaskarin er so nógv minkaður. Fleiri arbeiðsfólk eru send heim á ymsum arbeiðsplássum, tí ringvirkningurin er vorðin so stórur. Her má og skal okkurt gerast.