Tað skal framhaldandi verða mvg frítt at byggja felagshús av ymsum slagi til almannagagnlig endamál.
Tað halda flokkarnir í andstøðu, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og framsókn.
Eftir galdandi lóg kunnu felagsskapir, stovnar og grunnar, ið gera íløgur fyri meira enn eina millión, uttan mvg, fáa mvg aftur
Treytirnar fyri at fáa endurgoldið meirvirðisgjaldið eru, at talan ikki er um vinnuligt virksemi og at talan er um almannagagnligt frítíðarvirksemi.
Taå er eisini ein treyt, at minst 33 prosent av útreiðslunum eru fingnar til vega við gávum ella við óløntum og sjálvbodnum arbeiði.
Men heldur virksemið uppat, ella verður húsið selt, skal landskassin hava mvg aftur.
Skipanin hevur verið galdandi síðan 2010 og hon fer úr gildi aftur nú á nýggjárinum.
Men nú hava Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn, lagt uppskot fyri Løgtingið um at lata skipanina halda fram í fimm ár afturat, til nýggjársaftan í 2024.
Tey siga, at endamálið er at stuðla felagsskapum, sum fáast við ítrótt, mentan og átrúnað, og sum gera gera íløgur í bygningar.
Fáa tey mvg aftur, verða útreiðslurnar 20 prosent lægri enna annars.
Taks hevur upplýst, at síðani 2010 eru 132 milliónir afturgoldnar í mvg til hesi endamáli, og tað svarar til 15 milliónir um árið í miðal.
Úrslitið av eini slíkari skipan kann verða, at íløgur verða gjørdar, ið annars ikki vórðu gjørdar. Hetta eru íløgur, ið skapa størv og virksemi í samfelagnum, og harvið eisini inntøkur av skatti og avgjøldum, siga teir tríggir flokkarnir.