Skulu finna okkara spæl

Sum fyrireiking til hetta kappingarárið og ikki minst Europa-Cup byrjaðu tær hjá Stjørnuni sínar venjingar, beint sum kappingin var liðug í vár.

Aldudalurin, sum liðið er í í løtuni, kundi bent á, at spælararnir í løtuni er troyttar. Men hetta helt Durita Ljósstein tó ikki, tá vit tosaðu við hana eftir dystin móti Neistanum.

- Nei, men í hondbólti gongur tað alla tíðina upp og niður, og í løtuni hava vit kanska eina lítla down-periodu. Men eg haldi, at vit eru á veg uppaftur. Móti VB vístu vit, at vit kundu koma aftur, hóast vit vóru átta mál aftanfyri, og í dag fáa vit hóast alt javnleikin.

- Hjá okkum ræður bara um at fáa gongd á okkara spæl aftur. Fáa vit tað, so vita vit, at vit hava ein góðan møguleika í seinsta enda.

Og tá vit koma til apríl mánað, so eru tit kanska har, sum tit vilja vera?

- Nei. Har ætla vit okkum at vera longu næsta umfar, og tað fara vit at arbeiða við alt fyri eitt, sigur Durita Ljósstein.