Skulu finna hóskandi karm til Býarsavnið

– Vit hava samtykt í mentanarnevndini at yvirtak Býarsavnið hjá Birgar Johannesen og leggja tað saman við Tórshavnar Býarsavni.

 

Tað sigur Gunvør Balle, sum er forkvinna í mentanarnevndini hjá Tórshavnar býráð.

 

Tórshavnar Býarsavn hevur ligið stilt í fleir ár, og pengarnir, sum játtaðir eru til savnið, hava seinastu árini verið brúktir til teir báðar søgufrøðingarnar, sum hava skrivar Havnarsøgu. Higartil eru fimm bind komin út, og teir arbeiða í løtuni við sætta og seinasta bindi – og tann verkætlanin endar í august, sigur Gunvør Balle.

 

– Vit fara at seta fólk við kunnleika til savnsvirksemi at hjálpa Birgari at skráseta lutirnar á rættan hátt og at gera uppskot um, hvør loysnin kann verða fyris avnið, sigur Gunvør Balle.

 

– Men fyribils koyrir savnið víðari við verandi kørmum, sigur hon.

 

Enn er ikki greitt, hvar savnið skal hýsast.

 

– Fleiri hugskot hava verið frammi, og nógv høli verða leysgivin, nú bæði Skúlin á Fløtum og Musikkskúlin og aðrir bygnigar við verða bygdir, sigur hon. Ein annnar møguleiki, sum hevur verið nevndur, er ovasta hæddin á Müllers Pakkhúsi, sigur Gunvør Balle.