Føroyingahavnin í Grønlandi hevur stóran søguligan týdning fyri Føroyar og hevur fyrr havt sera stóran vinnuligan týdning fyri okkum, tá nógvir mans fóru til Grønlands at arbeiða, annahvørt á landi ella á sjónum.
Tíverri má staðfestast, at Føroyingarhavnin í dag hevur ongan góðan. Hon er fallin í órøkt eftir nógv ár við ongum virksemi og er nú bert eitt oyði stað, ið tó ber ein farra av tívirkseminum, sum hevur verið.
Løgmaður, Aksel V. Johannesen, hevur fyrr sagt, at nú skulu Føroyar, eftir grønlendskum ynski, rudda upp eftir sær i Føroyingahavnini, tí staðið mestsum liggur sum ein umhvørvisbumba.
Tað var ein avtala gjørd í 2007 um upprudding í Føroyingahavnini, og Kim Kielsen hevur sagt, at henda avtalan skal nú setast í verk.
Andras Mortensen, stjóri á Søvn Landsins, er formaður í tí bólkið, ið hevur fingið til uppgávu at gera arbeiði klárt.
- Í løtuni arbeiða vit við at fáa fígging til forarbeiði, ið krevst. Tað er ein upphædd á eini kr. 800.000, sigur Andras Mortensen.
Andras Mortensen sigur, at Landsverk skal gera eina meting av bygningunum, ið talan er um, fyri at hvørjum standi teir eru í. Eisini skulu myndatøkur gerast av økinum, so eitt 3D model kann gerast.
- Enn er ov tíðliga at siga hvat verður gjørt eftir tað. Vit mugu fyrst gera okkum eina mynd av økinum og bygningunum áðrenn vit gera meira, sigur Andras Mortensen.
Les eisini: Føryingar mugu rudda upp eftir sær