Skulu finna besta set-up’ið

Vit eru ikki nøgdir við úrslitið í fjør, men vit arbeiða í løtuni við, hvussu vit skipa raksturin á besta hátt, sigur Hákun Djurhuus, afturvaldur nevndarformaður

Smyril Line sigur í tíðindaskrivi, at leiðslan ikki er nøgd við úrslitið hjá felagnum í fjør. Tað er serliga ringa veðrið í vetur og trupulleikar við fyrst og fremst stabilisatorunum, sum hava viðvirkað til laka úrslitið.

- Tað er serliga um veturin, at vit hava trupulleikar. Inntøkugrundarlagið er veikt, og tí mugu vit hyggja upp á alternativir, men tað er ikki nøkur løtt uppgáva, sigur Hákun Djurhuus, sum varð afturvaldur til nevndarformann á aðalfundinum í gjár.

Ein annar stórur trupulleiki, sum hevur verið til miklan bága hjá teimum ferðandi, eru illa virkandi stabilisatorarnir.

- Ja, vit gleða okkum veruliga, til teir verða umvældir einaferð í oktober, sigur Hákun Djurhuus.

Hann viðgongur, at tað er ikki nøkur løtt uppgáva at reka eitt felag, har fyritreytirnar broytast so at siga alla tíðina.

- Oljuprísirnir eru farnir til Himmals, síðani nýggja Norröna kom. Bara í ár hava oljuprísirnir ávirkað rakstrargrundarlagið almikið, vísir fyrrverandi Shell-stjórin á.

Hann heldur tí, at tað ræður um at fáa økt um inntøkurnar, samstundis sum stýr verður hildið á útreiðslunum.

- Vit hava í veruleikanum tríggjar vertíðir. Fyrst og fremst summarið, tá inntjeningin er hin nógv størsta, og tí mugu vit útnytta hesa vertíðina sum best og finna útav, hvussu vit kunnu leingja hana, sigur Hákun Djurhuus.

Í øðrum lagi er talan um eina vertíð áðrenn og aftaná summarið, og í triðja lagi veturin, sum er fíggjarliga tyngsta árstíðin.

- Vit arbeiða generelt fram ímóti at finna besta set-up’ið fyri okkara høvuðsinntøkur, sum eru ferðafólk og farmur, og hvussu vit á besta hátt fáa hesi at sampakka, sigur Hákun Djurhuus, nevndarformaður í Smyril Line.