Ársins Íverksetaradagur er árliga tiltakið hjá Íverksetarahúsinum, sum heiðrar íverksetarar og íverksetan. Í tí sambandi verða tríggjar heiðurslønir latnar: Ársins Íverkseti, Ársins Innovatión og Ársins Íløga.
Í tíðindaskrivi skrivar Íverksetarahúsið, at øll kunnu koma við tilnevningum. Ein dómsnevnd tekur endaliga avgerð. Dentur verður lagdur á, hvør hevur víst nýhugsan, árræði og dirvi, hevur víst góð fíggjarlig úrslit og hevur givið øðrum íverksetum íblástur
Freistin at koma við tilnevningum er 16. mars skrivar Íverksetarahúsið í tíðindaskrivi.
Mikkalina Norðberg varð kosin Ársins Íverkseti í fjør. Nú ber til at koma við tilnevningum til Ársins Íverkseta, Ársins Innovatión og Ársins Íløgu í ár










