Tað hevur leingi ljóðað, at Karsten Hansen ikki hevði ætlanir um at sita alt hetta valskeiðið sum landsstýrismaður.
Sjálvur hevur høvuðspersónurin ikki vilja gjørt viðmerkingar til hetta, men í dag sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, at flokkurin leitar eftir avloysara fyri Karsten Hansen.
Við Norðlýsið sigur Jenis av Rana, at málið hevur verið umrøtt í floksleiðsluni, men har hava tey ikki funnið rætta persónin enn.
- Men eg vænti, at vit verða klár at gera skifti einaferð í summar ella í heyst, sigur Jenis av Rana við Norðlýsið.
Karsten Hansen var triði maður á listanum hjá Miðflokkinum við seinasta løgtingsval. Tí verður hann varamaður fyri Bill Justinussen og Jenis av Rana, um hann fer úr landsstýrinum. Tó er ein møguleiki sjálvandi, at hann fær tingsess, um Bill ella Jenis taka við sessinum í landsstýrinum.










