Skulu finna ársins listafólk í Klaksvík

Nýggjársaftan skal vera eitt stórt felags tiltak hjá øllum klaksvíkingum

Tiltakið nýggjársaftan, tá ið klaksvíkingar valdu ársins listafólk, skal verða eitt fast, afturvendandi tiltak.

 

Tað varð samtykt á býráðsfundi í Klaksvík í gjárkvøldið.

 

Nýggjársaftan seinast var fyrstu ferð, at Klaksvíkar Býráð lat einum listafólki í býnum virðisløn fyri dygdargott arbeiði.

 

Tað var tá ið Hanus G. Johansen fekk Listavirðisløn Nólsoyar Páls, men á býráðsfundinum í gjárkvøldið varð samtykt, at gera hetta til eitt afturvendandi tiltak.

 

Býráðslimir halda, at hetta kann verða eitt ískoyti til at savna klaksvíkingar um eitt felags hátíðarhald nýggjársaftan.

 

Á nýggjársaftan seinast, vórðu 111.500 krónur settar av til endamálið, men enn er ikki endaliga gjørt upp, hvussu nógv, tað kostaði.

 

Men nú skal tiltakið skipast formliga og ein fíggjarlig játtan skal finnast til endamálið, so at tað verðru á hvørjum ári, at Listavirðisløn Nólsoyar Páls verður latin einum listafólki í Klaksvík, sum hevur gjørt serliga vart við seg.

 

Á myndini er tað Jógvan Skorheim, borgarstjóri, vinstrumegin, Steinbjørn O. Jacobsen á røðarapallinum og Jensa Anthoniussen, skrivari.