Núverandi samgonga er nú vorðin ein beinleiðis forðing fyri neyðugum broytingum í ríkisrættarligu viðurskiftunum: Teir hava arbeitt við málinum í gott 2 ár. Higartil er púrt onki komið burturúr ?smølu semjuni?, ið greitt hevur ein breiðan meiriluta av føroyingum ímóti sær. Og høvdu teir fingið sína ?loysn?, so hevði henda verið feld av einum stórum meiriluta av føroyingum, ið ynskja eina góða loysn innan karmarnar av Ríkisfelagsskapin. Ríkisfelagsskapurin er nevniliga gull verdur fyri allar føroyingar.
?Um Sambandsflokkurin sat við róðrið, høvdu vit í sátt og semju fingið broytingar í ríkisrættarligu viðurskiftunum innan 1 ár var farið - í Ríkisfelagsskapinum. Og uttan lántøku.
?Um landstýrið vil loysa, og varðveita livistøði, má milliarda lántøka til, ið eftirkomarar okkara skulu gjalda aftur við rentum.
?Hin møguleikin er, at lækka livistøði føroyinga niður í botn.
?Seinasta útspæl um tíggjutala milliarda lántøku vísir okkum greitt, at Landstýrið hevur tikið til eftirtektar tað, ið Sambandsflokkurin hevur ført fram. Nevniliga, at loysingin kostar so nógv, at peningur ikki er at gjalda vælferðina, ið tí má fíggjast við lántøku. Bert fyri at varðveita tað livistøði, skúla, heilsuverk og socialar veitingar, ið vit hava ídag. Um lánið ikki verður tikið, so verða hundratals milliónir pumpaðar úr heilsu, skúla, almanna og heilsuverki. Til stóran skaða fyri alt samfelagið, men serliga tey í verða rakt av arbeiðsloysi, minkandi veitingum og øðrum vanlukkum sum fráflyting o.ø. Áttu vit ikki heldur at bøtt um viðurskiftir føroyinga?
Vit hava ídag ein sjálvberandi búskap:
Neyðugt er at skilja ímillum, at hava
?ein sjálvberandi búskap innan Ríkisfelagsskapin
?ein sjálvberandi búskap uttanfyri Ríkisfelagsskapin (í Fullveldinum)
?Sjálvberandi búskapur er, at inntøkur svara til útreiðslur:
?Í dag hava vit ein sjálvberandi búskap - í Ríkisfelagsskapinum: Tað gongur væl fíggjarliga. Vit megna allar okkara skyldur og hava umframt eitt yvirskot. Vøkstur er í føroyska búskapinum, og hesin vøkstur kann halda fram innan Ríkisfelagsskapin, um Landstýri ger rammur, ið føroyingar kunnu arbeiða undir.
?Skipanin vit hava ídag. er so mikið góð fyri Føroyar, at loysingarsamgongan ikki kann lata vera við at breggja sær av hvussu gott tað gongur. Tí er tað meira enn margháttligt, at skera á háls eina góða skipan innan Ríkisfelagsskapin, fyri at seta í verk eina ónýtiliga loysingarskipan, hvørs grundarsteinur er milliarda lántøka - ið okkara eftirkomarar skulu gjalda aftur við rentum.
?Um loysast skal, so fáa vit ein annan sjálvberandi búskap, har fíggjarlógin minkar við eini 1600 milliónum krónum eftir 4 árum. Einhvør veit, at tað fær stórar avleiðingar fyri samfelag okkara. Vit fáa ein sjálvberandi búskap á einum ?øðrum støði? enn vit hava ídag. Einum nógv lægri støði.
?Men eins og vit eru- og skulu vera - sjálvberandi innan ríkisfelagsskapin ídag, so skulu vit vera sjálvberandi uttanfyri. Tí má livistøði niður, um vit fara úr Ríkisfelagsskapinum. Ella má stór lántøka til, at halda livistøði óveruliga høgt.
Fullveldið: 80ini umaftur - í stórum stíli: Fullveldið vil tí, eftir seinasta, at kalla óhepna, ?uppskoti? Landsstýrisins, vera 80ara politikkur við feitari skrift. Vælferð uppá milliarda lán. Tíbetur segði Nyrup nei. Tað skal hann hava tøkk fyri. Vit skulu ikki hava vælferð uppá lán og gerast heimsins størstu skuldarar aftur!
Hava tit onki annað at koma við, so leggi frá tykkum.
Tí aðrir stórir flokkar eru, ið hava eina veruliga loysn á Ríkisrættarligu viðurskiftunum, ið ikki skal gjaldast aftur við rentu! Nevniliga eini loysn innafyri Ríkisfelagsskapin.
Ongin við sínum fullu fimm slaktar hønuna, ið verpir gullegg - tí má Ríkisfelagsskapurin ikki slaktast!
Vinarliga Marjus Dam, løgtingsmaður