Maria Jacobsen av Glyvrum fekk ein hvøkk eftir kjakið, sum hevur verið frammi um stýrisskipanarlógina, ið hevur sett spurnartekin við hvussu stórur leikluturin hjá kristindómi skal vera í uppskotinum.
- Hvat skulu vit nú verða, eitt nýtt Albania kanska?
- Eg haldi, at vit skulu vera sera varin, áðrenn vit fara at kasta okkara gamla mentunararv burtur. Fyri eini tíð síðani var tað hjúnarbandslógin sum var álopin, nú er tað hetta, tosaði nakar um glíðibreyt?, skrivar hon í lesarabrævi.
Hon óttast, at føroyskar siðir detta niðurfyri, um stýriskipanin ikki veitir kristindóminum ein størri leiklut í stýriskipanarlógini.
- Um vit nú ikki fara at eita eitt kristið land, so fara føroyingar at kunnu velja, onga gudstænastu at hava, kanska kann skrúðgongan, ístaðin fyri at fara í dómkirkjuna, velja at fara í onkran annan bygning í Havn til onkran politiskan fyrilestur, áðrenn farið verður í løgtingið, skrivar Maria Jacobsen.