Alt ov nógvir danir taka lívið av sær við pínutablettum, og tí hava myndugleikarnir nú gjørt av, at fólk skulu venda sær til læknan, um tey skulu hava fleiri enn 20 pínutablettir. Apotek og handlar sleppa ikki at selja gløs við meiri enn 20 tablettum í hondkeypi.
-Vit rokna við, at broytingin fer at gera, at sjálvmorðini verða færri, og at tilburðirnir við tableteitran fækka, sigur heilsumálaráðharrin, Astrid Krag.
Hagtølini vísa, at í 1997 tóku 505 danir lívið av sær við heilivági, sum tey høvdu keypt í hondkeypi. Í 2011 var talið komið heilt upp á 1.246, samstundis sum umleið 3.000 enda á sjúkrahúsinum árliga við eitran av tablettum.
Astrid Krag ivast ikki í, at skipanin við minni gløsum fer at gera mun. Líknandi skipanir eru í øðrum londum.