Henda rásin hevur nú verið at hoyrt seinastu fimm árini kring landið, men nú ynskir leiðslan í støðini eisini at fólk í Vestmanna skulu fáa høvið til rættiliga at hoyra tær dagligu sendingarnar.
Á bygdaráðsfundi í Vestmanna í farnu viku var eitt av uppskotunum á skránni frá Lindini. Fyrispurningur var, um kommunan vildi lata stuðul til keyp og uppseting av einum sendara í bygdini.
Fíggjarnevndin hjá kommununi viðmælti hesum uppskotinum, og tí fer kommunan nú at stuðla hesi ætlanini við 5000 krónum.
Einasta treytin fyri stuðlinum er, at sendinetið hjá Lindini ikki órógvar onnur sendinet.









