Skulu eisini fáa eftirløn av almannaveitingum

Tað fáa fólk ikki nú, men tað skal fáast í rættlag

Fólk, sum fáa almannaveitingar ístaðin fyri løn, skulu eisini fáa eftirløn av teimum.

 

Tað sigur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum.

 

Løgtingið viðger í løtuni eitt uppskot frá henni um at fólk, sum eru í tillagaðum starvi, skulu kunna fáa lønarískoyti frá tí almenna. Hetta er, m.a. tað, sum fyrr nevndist vard størv.

 

Annars eru tað næstan helvtin av teimum, sum eru í tillagaðum starvi, sum hava eina inntøku, sum er lægri enn sáttmálaløn. Talan er serliga um fólk við høgari sáttmálaløn og fólk, sum har arbeiðsevnini eru munandi skerd

 

Men nú er ætlanin, at tey skulu fáa trygd fyri, at tey fáa sáttmálaløn. Tó verður lønarískoytið í mesta lagi 22.000 krónur um mánaðin.

 

Í hesum sambandi fýltist Kristin Michelsen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, á, at lønarískoytið frá tí almenna er ikki eftirlønargevandi.

 

Sostatt fáa fólk ikki eftirløn av lønarískoytinum, og tað er ein smeitur fyri tey, tá ið tey verða pensjónistar, tí tá fáa tey minni í pensjón, enn tey annars høvdu fingið. Og tað er ein spurningur, sum eigur at fáast í rættlag, heldur løgtingsmaðurin.

 

Eyðgunn Samuelsen er samd í, at tey, sum fáa almannaveitingar ístaðin fyri løn, eiga at fáa eftirløn av teimum. Men orsøkin til, at tað ikki er við í hesum umfari, er, at ein arbeiðsbólkur situr og roynir at finna eina semju um eina nýggja pensjónsskipan.

 

Og hon hevur framvegis vónir um at tað arbeiðið ber á mál. Men hon staðfestir eisini at nú ein nýggj pensjónsskipan verður gjørd, hevur tað alla tíðina verið ein fortreyt, at almannaveitingar, sum fólk fáa ístaðin fyri løn, skulu vera eftirlønargevandi.

 

Katrin Kallsberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi, er samd í, at nettupp hetta málið hevur stóran týdning at fáa í rættlag.