Skulu døma EM-undankapping

Um knappan mánað skulu Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen til Íslands at døma í bólki 8 í EM-undankappingini fyri U18-landslið. Ísland, Finnland, Turkaland og Letland eru í undankappingarbólki 8, sum verður spældur í Íslandi í døgunum 9. til 11. mai. Tveir dystir eru hvønn dagin, og tvey altjóða dómarapør skulu døma hesar. Annað av pørunum er altso føroyska altjóða parið, sum við hesum fær tríggjar altjóða dystir at døma.