Føroysku altjóða hondbóltsdómararnir, Andreas Hansen og Eyðun Samuelsen, hava fingið enn eina stóra viðurkenning. Tann 19. februar skulu teir døma fyrru áttandapartsfinaluna millum týsku Lemgo og turkisku Besiktas, sum verður spæld í Týsklandi.
Leggjast kann afturat, at Lemgo er verandi EHF meistari, so sigast má, at føroyska dómaraparið av sonnum hevur fingið eina stóra uppgávu.
- Vit eru sera fegnir um at hava fingið hesa stóru viðurkenningina, sigur Eyðun Samuelsen í stuttari viðmerking við Portalin.