Nú skulu 13,7 milliónir krónur brúkast til nýtt høvuðssæti hjá Sjóvinnustýrinum vesturi í Vágum, sum skal vera liðugur í 2019.
Í 2002 samtykti Føroya Løgting, at Sjóvinnustýrið skal liggja vesturi í Vágum, men nú er greitt, at eingi hóskandi høli eru til stovnin har vesturi. Tí fer Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, at bera eina verklagslóg niðan í Løgtingið, um at byggja Sjóvinnustýrinum nýtt høvuðssæti har vesturi.
- Vit eru ein siglandi tjóð, og Sjóvinnustýrið er ein lyklastovnur fyri bæði samfelag og vinnu í Føroyum. Tí fegnist eg um, at vit nú gera raðfestingar, ið tryggja Sjóvinnustýrinum góðar arbeiðskarmar í framtíðini. Samstundis sleppa vit undan leiguútreiðslum, tá bygningurin verður liðugur, sigur Poul Michelsen.
Í fjør mátti Sjóvinnustýrið flyta úr Miðvági, tí bygningurin ikki leyk neyðug myndugleikakrøv. Síðani hevur Sjóvinnustýrið húsast í einum fyribilshølum við flogvøllin í Sørvági. Fyribilshølini vórðu upprunaliga ikki ætlað til skrivstovur, og rúma harafturat ikki fullvæl virkseminum hjá Sjóvinnustýrinum.
- Inntil nýggi bygningurin er liðugur mugu vit taka hølistruplleikarnar hjá Sjóvinnustýrinum í fullum álvara. Fæst eingin onnur loysn á átrokandi hølistrupulleikunum, eri eg sinnaður fyribils at lata Sjóvinnustýrið flyta úr Vágum. Gerst tað neyðugt, verður avgerðin galdandi til nýggi bygningurin í Vágum er liðugur á heysti í 2019, sigur Poul Michelsen.