Tórshavnar kommuna vil útstykkja til íbúðir og sethús við Miðhorn í Havn.
– Ásannandi at tørvur støðugt er á fleiri bústøðum í Tórshavnar kommunu, og at neyðugt er at útvega fleiri byggiøki, fer kommunan undir at bjóða økið við Miðhorn út í almennari sølu. Talan er um 48 leiguíbúðir, umframt eitt sethúsaøki, sigur kommunan.
Tórshavnar kommuna sigur, at keyparin av ognini skal prosjektera útstykkingina, soleiðis at samlaða byggingin er skipað í eini heild í mun til lendið og felagsøki. Økið skal skipast við atliti at atkomuviðurskiftum fyri øll, bæði í byggingini sjálvari og í mun til atkomu- og ferðsluviðurskiftum í økinum.
Tilmælið frá umsitingini var, at umsitingin fær heimild at bjóða økið við Miðhorn út í almennari sølu, at útbjóðingin skal skipast í tvær verkætlanir, sum eru sethúsaøki og íbúðarbygging til leigu.
Hesum hevur ein meiriluti í teknisku nevnd, byggi- og býarskipanarnevndini og nú fíggjarnevndini tikið undir við. Málið kemur fyri á býráðsfundi, sum verður kl. 17 í dag.