Skulu brúka munnbind á Landssjúkrahúsinum

Landssjúkrahúsið biður nú allar sjúklingar og vitjandi um fyribils at brúka munnbind, tá ið tey koma inn á sjúkrahúsið.

– Stigið verður tikið, eftir at farsóttarnevndin í farnu viku mælti til, at fólk brúka munnbind, tá ið tey ferðast í almenna rúminum, har fleiri savnast, skrivar Landssjúkrahúsið á heimasíðuni.

Hetta verður galdandi frá fríggjadegnum komandi at rokna og umfatar øll, sum hava ørindi á sjúkrahúsinum, eitt nú tey, ið skulu til ambulantar viðtalur, viðgerðir og avvarðandi teirra.

Eisini skulu tey, ið gera avtalu um at vitja sjúkling, vera í munnbindi.

Børn undir skúlaaldur eru tó undantikin og so skulu fólk sjálvi hava munnbind við, tá ið vitjað verður.