- Vit skulu brúka meiri pengar til útbúgvingar.
Tað eru umboð fyri allar politiskar flokkar samdir um.
Í kvøld sita Hanna Jensen úr Framsókn, Jenis av Rana úr Miðflokkinum, Jørgen Niclasen úr Fólkaflokkinum, Kaj Leo Holm Johannesen úr Sambandsflokkinum, Kristianna Winther Poulsen úr Sjálvstýrisflokkinum, Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi, Aksel V. Johannesen úr Javnaðarflokkinum og Janus Rein, uttanflokkatingmaður, við eitt pallborð í einum fullsettum Norðurlandahúsi, og tosa um, hvussu vit skapa fólkavøkstur í Føroyum.
Í álitinum um Fólkavøkstur er eitt høvuðstilmæli at styrkja Fróðskaparsetri og útbúgvingar í Føroyum.
Og tað taka allir politikararnir undir við.
Einasta fyrivarni hevði Jørgen Niclasen, sum eisini er landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Hann sigur, at hetta er ein spurningur, sum kostar hundraðtals milliónir og hetta er ikki við í fíggjarkarmunum, sum eru lagdir, tí har eru frammanundan íløgur fyri 1,5 milliard hesi næstu fimm árini.
Skal tilmælið um at styrkja útbúgvingar fylgjast, mugu aðrar íløgur útsetast, sigur hann.
Kaj Leo Holm Johannesen heldur tað er alneyðugt, at hægri útbúgvingar verða raðfestar og tí eiga vit at heita á landið, kommunurnar og vinnulívið um at vera við til hesa íløgur.
- Men vit eru ikki komin til eina politiska viðgerð viðgerð, staðfestir Løgmaður.
Janus Rein sær tilmælið um Fólkavøkstur sum ein hugskotsbanka, men tað er Aksel V. Johannesen ikki samdur í.
- Hetta eitur nettupp ein heildarætlan og tað er nettupp ein heildarætlan, hetta er og tí ber ikki til at pilka einstakar lutir burtur úr.










