Skulu brúka eitt prosent til listaverk

Í Eysturkommunu hevur kommunustýrið tikið tað óvanliga stigið, at hvørja ferð, tey byggja út, skal eitt prosent av íløgukostnaðinum brúkast til list fyri at prýða um. Tað er eitt uppskot, sum er viðgjørt á fundi í komunustýrinum í Eysturkommunu og tað varð einmælt samtykt.

Hetta er rættiliga óvanligt, men Jóhan Christiansen, borgarstjóri, heldur, at tað er ikki annað enn sjálvsagt, at tey eisini hugsað um, at okkurt eisini skal vera fyri eygað og sinn og sál, tá ið kommunan ger eina íløgu.

Fyrstu ferð, hendan samtyktin kemur til sín rætt, er, nú skúlin í Gøtu er bygdur út og umvældur.

- Í tí sambandi settu vit okkum í sambandi við Inger Smærup Sørensen, listfrøðing, sum síðani var og hugdi at skúlanum og gav okkum eitt uppskot um, hvussu skúlin kundi listprýðast og, hvørt listafólk, kundi verið hóskandi at heitt á.

Hon skeyt upp, at listamaðurin, Tummas Jákup Thomsen, sum er gøtumaður, men býr í Danmark, fekk uppgávuna at prýða skúlan við list fyri einar 120.000 krónur, men avgerðin er ikki tikin enn.

Nú skal skúlin í Leirvík somuleiðis byggjast út og tí sambandinum er eisini ætlanin at heita á sama listafrøðing um at geva kommunustýrinum uppskot um, hvussu hann kann prýðast við list.

Myndin av listamanninum er av vangamynd hansara á Facebook.