Skulu blanda okkum

Helle Thorning-Schmidt hevði orðið á Studentadegnum fyri løtu síðani, og hon førdi fram, at vit framvegis eiga at blanda okkum í viðurskiftini hjá hvørjum øðrum Helle Thorning-Schmidt staðfesti í sínum uppleggi, at hóast tað ikki altíð er líka væl umtókt, so er tað neyðugt at vit blanda okkum í viðurskiftini hjá hvørjum øðrum í ríkisfelagsskapinum. ? Vit hava rætt at blanda okkum, tað er tí vit eru her og tað er tað vit skulu gera. Og tað er galdandi báðar vegir, segði Helle Thorning-Schmidt avgjørd.

Hon vísti á hvussu hon blandaði seg í føroysk viðurskifti, tá spurningurin um rættindi hjá samkyndum í Føroyum var uppi at venda. Á sama hátt markeraði hon seg eisini, tá sosiala støðan í Grønlandi varð viðgjørd.

Síðani staðfesti Helle Thorning-Schmidt, at dagurin á Christiansborg í dag vísir, at tað er meira enn blokkstuðulin, sum bindir londini saman. At enda gleddist forkvinnan í Socialdemokratunum um, at 90 prosent av lesandi føroyingum uttanfyri Føroyar, lesa í Danmark, á sama hátt sum nógv úr Grønlandi gera tað.