Fótbóltur
Sjógvurin hevur verið tungur hjá B36 seinastu tíðina. Síðani trivaliga sigurin á grannunum úr HB, ið mest sum fekk jólastjørnurnar at tendra á hásumri í B36-húsinum, hava úrslitini í landskappingini ikki verið eftir vild. Tap móti Skála og javnleikur móti GÍ hava økt nógv um gloppið upp til EB/Streym, og týskvøldið fekk hetta B36-venjaran at staðfesta, at FM-heitið skuldu teir gloyma alt um.
Hvørt hetta var spæl fyri gallarínum og ein roynd at flyta trýstið yvir á EB/Streym, skal vera ósagt. Men í øllum førum ljóðaði staðfestingin samstundis, at B36 skal spæla fyri europiska møguleikanum, og bara tað í sjálvum sær kann eisini verða sera trupult. Tað er tað eisini hjá KÍ, sum á Summarfestivalinum fekk av at vita frá oddaliðnum. Eitt tap, sum eisini staðfesti, at hjá klaksvíkingum má málið í ár vera Europa heldur enn FM.
Heimaverjan skerd
Hjá B36 er størsta ivamálið helst, hvørjir skulu manna miðverjuna. Bæði Herbert í Lon Jacobsen og Klæmint Matras eru hesa ferð leikbannaðir, eftir at teir hava fingið ávíkavist reytt og ov nógv gul. Tað leggur upp til, at Fróði Benjaminsen verður fluttur av miðvøllinum, meðan tað als ikki er óhugsandi, at makkarin hjá honum verður Bárður H. Joensen.
Og so er spurningurin, hvørt Hanus Thorleifsson verður tøkur leygardagin. Hann var úti við skaða í fótliðnum, tá B36 spældi javnt móti GÍ, men vónin er, at hann kortini verður tøkur nú leygardagin. Nakað sum spælarin helst eisini ætlar sær at royna, nú hann er partur av landsliðsleguni, sum savnast, tá hetta umfarið er av.
Hjá KÍ hava skaðar ikki gjørt um seg. Tað var eisini merkisvert, at liðið als onga útskifting framdi í dystinum móti EB/Streymi, eins og teir heldur ikki høvdu leikbann av nøkrum slag. Og tí er væl hugsandi, at júst teir somu ellivu aftur hesa ferð byrja á vøllinum.