Skulu bjarga bygdunum

Í Danmark er vandi fyri, at nógvar av teimum smáu bygdunum fara at doyggja út, men nú eru tað summi, sum halda, at teir útlendsku innflytararnir kanska kunnu bjarga bygdunum.

Ein høvuðstrupulleiki á bygd er, at eingin er at taka við, tá teir gomlu handilsmenninir leggja frá sær, tí tað yngra ættarliðið tímir ikki at fáast við bygdahandil. Samstundis eru handlarnir ein so týðandi partur av bygdalívinum, at tá teir lata aftur, flyta fólk aðrastaðni.

Kanska kunnu innflytararnir loysa hendan trupulleikan. Myndugleikarnir ætla í hvussu er at royna, og teir hava játtað 300.000 krónur í fyrsta umfari sum eina roynd. Ætlanin er at fáa ímillum 10 og 20 innflytarar at taka við sum handilsmenn á bygd teir næstu tólv mánaðarnar.