Skulu bíða upp í seks mánaðir eftir at sleppa til lækna

– Men á summum økjum er bíðitíðin rættiliga stutt

Tey, sum fáa eitthvørt at dragast við, skulu í hvussu so er vænta at bíða í ein til tríggjar mánaðir eftir at sleppa til lækna. Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum. Jóahnnis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur spurt hann hvussu støðan er við bíðitíðum eftir at sleppa til lækna.

 

Landsstýrismaðurin sigur, at tað veldst um, hvat øki, talan er um. Men hann sigur, at í sambandi við parenkymkirurgi, sum eru skurðviðgerðir fyri sjúkur í tarmi livur, magi, og øðrum, hevur bíðitíðin verið um ein til tríggjarm mánaðir og og til kikarakanningar hevur bíðitíðin í miðal verið ein til tveir mánaðir. Til serlækna í kvinnusjúkum hevur bíðitíðin verið um ein mánað, og í urologi, sum eru sjúkur í landrásini og nýrunum, er bíðitíðin at sleppa til serlækna einar tríggjar mánaðir miðal.

 

Ortopedi fevnir um nógv øki, eitt nú føtur, mjadnar, rygg, knø, akslar og ítróttarskaðar, og á hesum øki eru bíðitíðirnar ymiskar. Somuleiðis er eisini ein ávísur munur ímillum sjúkrahúsini á summum økjum, men í miðal kunnu fólk vænta at tbíða einar tríggjar mánaðir eftir at koma til serlækna.

 

Í sambandi við krabbamein er bíðitíðin eftir at sleppa til serlækna tíggju dagar og hvat medisinskari viðgerð fyri magasjúkur og tarmsjúkur viðvíkur, er bíðitíðin frá undir einum mánað til tríggjar mánaðir.

 

Í neurologi, sum eru sjúkur í nervalagnum, nervalag, er bíðitíðin tveir til fýra mánaðir í miðal – men tveimum árum síðani var bíðitíðin eitt heilt ár. Fólk við lungasjúkum skulu vænta at bíða ein góðan mánað og tað eru einar fýra mánaðir at bíða at sleppa til serlækna í giktsjúkum. Til svøvnambulatoriið er bíðitíðin ein mánað ella so, og bíðitíðin til pínuklinikkina er ímillum tríggjar til seks mánaðir.

 

Hinvegin er ongin bíðitíð eftir at sleppa til skanningar. Men viðhvørt krevjas ymsar kanningar, áðrenn skanningin kann gerast og tað kann elva til bíðitíð. Skanningar, sum ikki hava bráðskund verða lagdar til rættis seks vikur fram, men so er lagt upp fyri, at nakrar skanningar, sum eru bráðneyðugar, verða tiknar framum.