Fáa reiðarar óvanligan vinning av teirra virksemi, skulu teir betala ein eykaskatt av tí.
Tað er eitt uppskot, sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur lagt fyri samgonguna í eini roynd at minka hallið á fíggjarlógini.
Jóannes Eidesgaard dylir ikki fyri, at hann tekur undir við at reiðarar betala tilfeingisgjald fyri rættin til at fiskiríkidømið.
Tað kundi verðið gjørt við at stovna ein fiskidagamarknað, ella ein fiskidagabanka
Men tað við Fólkaflokkurin ikki hoyra talan um.
- Tí hava vit í fyrstu atløgu slept ætlanini um at áleggja flotanum tilfeingisgjald, viðgekk landsstýrismaðurin á fundi fyri javnaðaráhugaðum í Havn í gjárkvøldið.
Ístaðin vil landsstýrismaðurin hava samgonguna at semjast um, at hava reiðarar ein óvanligan vinning av tí, at teir hava atgongd til eitt avmarkað tilfeingi, skulu teir betala ein eykaskatt av tí, sum eitt slag av tilfeingisgjaldi.
Eitt dømi um ein óvanligan vinning kann eisini vera, at teir selja eitt skip fyri meiri enn tað er vert.
Men tað kann eisini vera vinningur, teir fáa av at fáa framíhjárætt til eitt avmarkað tilfeingi.
Vanligi partafelagsskatturin er 18%, men hava reiðarar óvanligan vinning, skulu teir betala ein skatt upp á 27% av honum.
Talan er sostatt ikki um at áleggja eykaskatt av feløgum, sum hava vanligan vinning av teirra virksemi.