FLOGBÓLTUR
Longu fyri tveimum vikum síðani fingu menninir hjá ÍF bæði steyp og gullheiðursmerki, eftir at teir høvdu spælt sín seinasta heimadyst í hesum kappingarárinum.
Men tó er eini dysturin eftir hjá greipuvinnarunum úr Fuglafirði, sum í morgin skulu til Sørvágs at spæla ímóti SÍ. Sørvingar fáa tá handað síni silvurmerki, og teirra kappingarár gjørdist silvur í bæði lands- og steypakappingini.
Mjølnir kann røkka sama stigatali sum SÍ, men har er settmunurin longu so mikið stórur, at tað broytir einki. Tí er heimadysturin hjá klaksvíkingunum ímóti Fleyr eisini ein dystur, sum bara skal fáast frá hondini, so endaliga støðan kann gerast upp.
At bara fýra lið eru í fremstu mansdeildini í flogbólti, ger hana kanska ikki so spennandi, og heldur ikki man tað vera so hugaligt hjá liðunum at møta hvørjumøðrum upp í saman.
Men heldur ikki næsta ár verður hetta øðrvísi, tí einki annað felag heldur seg til ella er ført fyri at koma upp í Eikliguna at kappast. Hinvegin kunnu kanska broytingar í sjálvari kappingini gera tað heila meira áhugavert hjá monnunum, enn tað hevur verið í vetur.