Ítróttarfólk eiga bara at brúka venjingarmiðstøðir, sum hava avtalu um doping. Soleiðis ljóðar ein almenn áheitan frá starvsnevndini hjá ÍSF í morgun.
Nógv ítróttarfólk hava sína dagligu gongd í venjingarmiðstøðunum og ÍSF sigur, at tey hava tískil stóran áhuga í, at tey venja í einum sunnum og tryggum umhvørvi. ÍSF heitir tískil á øll sersambond, og ítróttafeløg, sum nýta venjingarmiðstøðir, um at venja í teimum venjingarmiðstøðum, ið hava eina samstarvsavtalu við dopingeftirlitið hjá ÍSF.
Seinastu tvey árini hevur ÍSF arbeitt miðvíst ímóti doping og fimm føroysk dopingeftirlitsfólk eru góðkend at taka royndir. Hetta hevur samstundis gjørt, at arbeiðið er vorðið miðvísari enn tað hevur verið. Higartil hevur hetta arbeiðið hevur tó bert fevnt um ítróttafólk, sum eru limir í einum ítróttafelag.
ÍSF sigur, at Tvørmegi var tann fyrsta venjingarmiðstøðin í Føroyum, sum gjørdi eina samstarvsavtalu við ÍSF um dopingeftirlit. Í ár hava Vælvera Fitness, sum hevur deildir í Tórshavn, Saltangará , Vestmanna og í Vági eisini fingið eftirlit um doping. Og tað sama hava Fullpower Føroyar, sum hevur deildir í Klaksvík og í Saltangará og ÍÐKA í Klaksvík, eisini fingið.
– Avtalurnar merkja, at venjingarmiðstøðirnar hava eitt skipað eftirlit við doping, sigur ÍSF. Og tey vóna eisini, at hinar venjingarmiðstøðirnar í Føroyum eisini gera tað sama.