Tað er Meginfelag Áhugaleikara Føroya, sum í ár skipar fyri tiltakinum, ið kallast »Kvirra oyggin«. Tiltakið er ein skiftisætlan millum føroyskar, norskar, íslendskar og grønlendskar ungdómar. Í 2002 var tiltakið á norsku oynni Andøya, á sumri 2004 á Heimaey í Íslandi og í summar bjóða føroyskir ungdómar ungdómsbólkum til Føroya at vitja Lítlu Dímun.
- Í tríggar dagar skulu vit verða á oynni uttan fartelefon, myndatól, teldu, ur og sjónvarp. Á oynni verða teir fimm sansirnir t.e. at síggja, hoyra, kenna, lukta og smakka, settir í hásæti. Vit fara at rannsaka kvirru, einsemi og isolatión á oynni. Á ferðini fáa allir lutakararnir eina dagbók og ein blýant hvør. Og úrslitið av hesum fara vit at leggja fram við eini sermerktari og nýskapandi sjónleikaframførslu í Gøtu, tá vit koma aftur, sigur Áslakur Nesá, samskipari.
Í alt fara um 30 ungdómar at búleikast saman á oynni ellivu úr Íslandi, átta úr Norra, seks úr Føroym og trý úr Grønlandi.
- Ætlanin er, at ung, sum hava áhuga fyri mentan eitt nú sjónleiki og tónleiki skulu sleppa við á ferðina. Í ár verða tað seks ungdómar úr Gøtu, ið fáa møguleikan at sleppa við. Heimaey, har tiltakið var fyri tveimum árum síðani, og Gøta hava verið vinabýir í nógv ár, sigur Áslakur Nesá.
Endamálið við tiltakinum er, at ungdómar, sum búgva í smáum bygdum og oyggjum skulu læra at geva náttúruni gætur og at síggja tey virði, umhvørvið gevur:
- Eitt nú kann ein gamal, slitin skúrur gerast einastandandi við ljósi og tónleiki. Tað ræður um at leggja slíkt til merkis og við at vitja eina so lítla oyggj er tað lættari at varnast. Allir lutakararnir á tiltakinum búgva í smáum bygdum og tískil ikki á nøkrum stórbýar kollektivi, sum vit eitt nú síggja í sjónvarpsrøðini Friends. Júst henda munin ætla vit at lýsa á tiltakinum, sigur Áslakur.
Á Lítlu Dímun stíla Katrine M. E. Strøm, sjónleikari og rithøvundur, og Olafur Gudmundsson, sjónleikari, fyri rannsakanini á oynni.
- Vit fara somuleiðis at greiða frá søgu, siðum og máli hjá teimum ymisku londunum. Á tiltakinum fara vit at royna at práta norðurlendskt. Á henda hátt síggja vit eitt nú, hvussu eins vit veruliga eru, hóast vit búgva í hvør sínum landi, siga tey bæði.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Ungdómarnir úr Norra, Íslandi og Grønlandi fara eisini at búgva heima hjá føroysku ungdómunum:
- Soleiðis skilja tey betur okkara mentan, mál og siðir. Vit skiftast um at vera vertur og gestur hjá hvørjum øðrum. Vit hava verið í Norra og Íslandi, og nú vitja tey okkum í Føroyum.
Luttakararnir á tiltakinum verða eggjaðir at spjaða ringar í vatnið og deila upplivingarnar við øðrum ungum innanlands:
- Vit ynskja at skapa vinabond millum londini og áhuga og forvitni fyri Føroyum í Norðurlondunum, leggur Áslakur Nesá at enda afturat.
Aftaná teir tríggjar dagarnar á Lítlu Dímun ber til at fylgja teimum 30 ungdómunum á heimasíðuni www.silentisland.com.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$--
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Skrá:
- 10. juli: koma ungdómar frá Íslandi, Grønlandi og Norra til Føroya.
- 11. juli: fer ungdómsbólkurin til Suðuroyar.
- 12. juli: við tyrlu til Lítla Dímun.
- 12.-14. juli: rannsakar bólkurin kvirruna á Lítlu Dímun. Katrine M. E. Strøm og Olafur Gudmundsson stíla fyri.
- 14. juli: fer ferðalagið aftur til Gøtu við tyrlu og bussi.
- 14.-17. juli: fyrireikar ungdómsbólkurin framførslu, myndafrásøgn og smíðar tónleik.
- 17. juli: er framførsla í Gøtu, eftirmeting av tiltakinum og skilnaðarveitsla.
- 18. juli: heimferð.