Skulu avmarka tapið

- Tú skalt ongantíð siga ongantíð. Vónandi fáa vit eitt so mikið gott úrslit, at teir ikki fara at kenna seg tryggar, tá teir koma til Føroya, sigur Heðin Askham, venjari hjá B36, sum hevur góðan vónir undan dystinum á Brøndby Stadion í annaðkvøld

- Okkara uppgáva verður fyrst og fremst at avmarka tapið. So mugu vit síggja.

Fyri triðju ferð í søgu felagsins skal B36 royna seg ímóti einum donskum felagi í altjóða fótbólti. Áður hevur føroyska felagið roynt seg ímóti AB og FC Midtjulland. Uppgávan hesa ferð ljóðar kanska meira trupul enn tær undanfarnu. Sigursvanda Brøndby strembar eftir at sleppa aftur á oddan í donskum fótbólti, og fyrsta stigið verður ætlandi tikið, tá áhugaleikararnir úr føroyska høvuðsstaðnum vitja á Brøndby Stadion.

Venjarin Heðin Askham og hansara menn eru til reiðar, har árstalsfelagið ætlar at spæla fyri sínum møguleika.


Tað verður torført

Í horninum úr Keypmannahavn leggur Heðin Askham dent á, at uppleggið hjá B36 verður verjukent. Tað verður dúvað upp á kvikleikan í framrættaða spælinum, og vónandi kunnu teir bjóða verjuni hjá Brøndby av.

- Vit mugu standa væl á vøllinum. Vit fara at fáa møguleikar í hesum dystinum, og tá ræður um at taka av. Vit hava góðar vónir, sigur Heðin Askhan, ið sipar til sigurin á EB/Streymi um vikuskiftið.

Er tað hugsandi, at B36 fer at vinna seg víðari í kappingini?

- Tú skalt ongantíð siga ongantíð. Vónandi fáa vit eitt so mikið gott úrslit, at teir ikki fara at kenna seg tryggar, tá teir koma til Føroya. Tá verður dysturin eisini leiktur á graslíkinum í Gundadali. Sjálvandi, tað verður ómetaliga torført, og tað krevur, at allir sum ein spæla væl, sigur venjarin, sum frøist um, at hann nú hevur Sam Malson og Súna Olsen at velja ímillum.


Væl fyrireikaðir

Heðin Ashkam hevur kunnað seg væl um mótstøðuliðið á Brøndby Stadion í morgin. Í kvøld verður uppleggið til dystin, har brot úr venjinardystinum millum Brøndby og Randers millum annað verða víst. Í gjár og í dag hevur venjing verið á leikvøllinum. Leikararnir hava fingið nógva hvíld, og í morgun tóku teir sær eisini av løttum.

- Fyrireikingarnar eru, sum tær plaga til altjóða dystir. Í morgun vóru vit á stórari handilsmiðstøð, og seinnapartin fáa spælararnir handaviðger, greiðir Heðin Askham frá.

Dysturin byrjar klokkan 19.00 føroyska tíð, og vísir sjónvarpsrásin 3+ beinleiðis.