Skulu atkvøða um sól-ferðamál

Eitt av tiltøkunum hjá Atlantsflog er, at Føroya fólk við eini landsumfatandi atkvøðugreiðslu skulu gera av, hvat sól-ferðamál Atlantsflog skal velja næsta ár.

Eitt av tiltøkunum hjá Atlantsflog er, at Føroya fólk við eini landsumfatandi atkvøðugreiðslu skulu gera av, hvat sól-ferðamál Atlantsflog skal velja næsta ár.

 

– Vit skulu framvegis flúgva føroyingar suður í sólina, sigur Jørgen Holme, stjóri á Atlantsflog. Men vit steðga Milano og halda fram við at flúgva til Barcelona í Spania. Sum nakað nýtt fara vit at flúgva beinleiðis til Mallorca.

 

Og sum nakað heilt nýtt sleppa føroyingar at gera av, hvat sól-ferðamál Atlantsflog skal velja. Tað verður gjørt við eini landsumfatandi atkvøðugreiðslu á internetinum, sigur Jørgen Holme, stjóri í Atlantsflog.