Eftir drúgva ósemju innanfloks hevur leiðslan í avstralska arbeiðaraflokkinum gjørt av at hava eina atkvøðugreiðslu, sum skal gera av, um Julia Gillard, forsætisráðharri (myndin), skal halda fram sum floksformaður.
Avgerðin um atkvøðugreiðsluna bleiv tikin, tá uttanríkisráðharrin, Kevin Rudd, gjørdi av at leggja frá sær í gjár. Hann umhugsar nú at bjóða Gillard av sum formansevni, og fleiri meiningakanningar hava víst, at hann er væl umtóktur millum veljararnar. Rudd dylur heldur ikki fyri, at hann kundi hugsað sær formansstarvið, og hann hevur sagt alment, at Julia Gillard er ikki før fyri at tryggja flokkinum sigur á næsta valinum.
Kevin Rudd var formaður í arbeiðaraflokkinum til 2010, tá hann bleiv kroystur frá, og Julia Gillard tók við. Eygleiðarar siga, at hóast Rudd stendur seg væl í meiningakanningunum, hevur hann neyvan nóg stóra undirtøku í flokkinum til at vinna atkvøðugreiðsluna um formansstarvið, sum verður mánadagin.