Skulu arbeiða hart ímóti Eysturoyartunlinum

Tann verkætlanin skal fyribeinast, ongantíð ov skjótt

- Eg eri farin at vera alvorliga ímóti Eysturoyartunlinum.

 

Sjúrður Olsen, býráðslimur í Havn, og formaður í vinnunevndini hjá býráðnum, vil hava landið at sleppa ætlanini at gera ætlaða Eysturoyartunnilin.

 

Og á býráðsfundi í Havn, leggur hann ikki fingrarnar ímillum, tí hann heldur, at tann verkætlanin skal fyribeinast ongantíð ov skjótt.

 

Hann kallar tað eina luksusíløgu fyri tvær milliardir. Og hann sigur, at tað einasta, vit fáa burtur úr, er at stytta ein koyritúr hjá nøkrum ein hálvan tíma.

 

- Tí eiga vit at arbeiða ímóti at fáa verkætlanina fyribeinda, ongantíð ov skjótt, segði formaðurin í vinnunevndini hjá Tórshavnar Býráð.