Verkfalstuðul
? Tann, sum vil hava verkfalsstuðul, tá ið verkfall er, má arbeiða fyri hann.
Nú samráðingarnar ímillum arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnar eru við at fara inn í avgerandi løtuna, brúkti Ingeborg Vinter aðalfundin hjá Føroya Arbeiðarafelag sum eitt kærkomið høvið til at minna fundarfólkið á, hvørjar treytirnar eru fyri at fáa stuðul úr verkfalsgrunnunum hjá fakfeløgunum.
Forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag legði dent á, at fyri at fáa verkfalsstuðul, skal ein limur í einum fakfelag eisini taka lut í teimum tiltøkum, sum fakfelagið skipar fyri í eini verkfalsstøðu.
Hon vísti á ein dóm, sum nýliga er sagdur í gerðarrættinum
Eftir verkfallið í 2003 var tað ein limur í einum lokalfelag hjá Føroya Arbeiðarafelag
sum kravdi at fáa verkfalsstuðul frá felagnum, hóast tað kundi prógvast, at viðkomandi hevði ikki verið við í teimum tiltøkum, sum feløgini skipaðu fyri undir verkfallinum.
? Dómurin í gerðarrættinum staðfesti, at ein limur, sum ikki tekur lut í teimum tiltøkum, sum feløgini skipaðu fyri, kann heldur ikki ikki krevja verkfalsstuðul,
Hon segði, at sostatt kunnu vit staðfesta, at treytin fyri at fáa verkfalsstuðul, er, at verkafólk eisini røkja sínar skyldur mótvegis fakfelagnum við at taka lut í teimum tiltøkum, sum felagið skipar fyri í eini verkfalsstøðu.
Ingeborg Vinther sigur, at henda niðurstøða er heilt natúrlig, tí ein meginregla í fakfelagsrætti, er, at rættindi og skyldur fylgjast.
? Vil ein limur ikki halda sínar skyldur mótvegis felagnum og fakfelagsrørsluni sum heild, so kann hesin limur sjálvsagt heldur ikki krevja nøkur rættindi frá felagnum, sigur Ingeborg Vinther.