Skulu ansa eftir grønum felagsskapum

? Umhvørvisfelagsskapir mugu ikki sleppa at ávirka arbeiðið við burðardyggari menning í fiskivinnuni, sigur Sofus Poulsen, føroyskur umboðsmaður í Bretlandi

 

Føroyski umboðsmaðurin í Bretlandi tók orðið, tá kjak var á ráðstevnuni fyri burðadygga menning og vernd av havinum í Norðurlandahúsinum hósdagin.

Sofus Poulsen heitti á fundarluttakararnar um at ansa eftir umhvørvisfelagsskapum í arbeiðnum við burðardyggari menning í fiskivinnuni.

? Vit mugu gera okkum púra greitt, at hesir felagsskapir eru djóravinir og eru ímóti veiði av djórum. Teir eru hvørki vinir hjá fiskimonnum ella oyggjasamfeløgum sum okkara, tí skulu vit ansa eftir teimum, sigur Sofus Poulsen.

Sofus Poulsen hevur í sínum arbeiði sum umboðsmaður føroyingar í Bretlandi merkt nógv til ágangin frá umhvørvisfelagsskapum ? serliga í sambandi við føroyska grindadrápi.

Summir av hesum felagsskapum hava eisini stóran áhuga fyri fiski og royna at ávirka fólk og politikarar til at taka undir sínum sjónarmiðum.


Kenna teirra sjónarmið

Sofus Poulsen mælir ikki til fullkomið boykott av umhvørvisfelagsskapum, men hann heldur, at hesir felagsskapir skulu ikki hava ov stóra ávirkan.

? Tað er primitivt ikki at lurta eftir sjónarmiðum hjá hvørjum øðrum. Tí kunnu vit saktans tosa við teir fyri at fáa at vita, hvat teir halda, men vit mugu ikki lata umhvørvisfelagsskapir forskrekkja okkum við víðgongdum sjónarmiðum, og vit mugu allatíðina hugsa um at upplýsa fólk, sigur Sofus Poulsen.

Hann mælti á ráðstevnuni hósdagin til, at londini í Norðuratlantshavi gera upplýsandi tilfar á til dømis sjónbandi, so tað ber til at upplýsa neyvari um støðuni og treytirar hjá fiskivinnuni og um hvussu tilfeingið í sjónum kann brúkast.

Sofus Poulsen sigur, at ágangurin frá umhvørvisfelagsskapum mótvegis føroyingum er nógv minkaður. Føroyski umboðsmaðurin í Bretlandi fær ikki longur so nógvar atfinningar, sum hann plagdi at fáa.