Tað var ikki leingi, at Thomas Schiøler sat í sessinum sum varastjóri á Landssjúkrahúsinum og í Sjúkrahúsverki Føroya. Í dag boðar Landssjúkrahúsið nevniliga frá, at hann hevur sagt seg úr starvi fyri at fara í annað starv í Danmark, aftaná at hava verið í starvi í eitt gott ár.
Hóast Thomas Schiøler einans hevur røkt starvið sum varastjóri síðan august í fjør, taldist hann millum royndastu persónarnir í leiðsluni av sjúkrahúsverkinum. Stjórarnir á øllum trimum sjúkrahúsum eru nevniliga byrjaði í summar.
Landssjúkrahúsið boðar á heimasíðu síni frá, at varastjórin fer úr starvi um ársskiftið, tá hann tekur við starvinum sum leiðandi yvirlækni á Klinisk Biokemisk Afdeling á Nordsjællands Hospital.

Skulu aftur at finna varastjóra

