Amerikonsku tíðindakvinnurnar Laura Ling og Eune Lee skulu verða í einari arbeiðslegu í Norðurkorea í tólv ár Ein dómstólur í Norðurkorea dømdi í morgun tvær amerikanskar tíðindakvinnur at arbeiða tólv ár í einari arbeiðslegu fyri fíggindaligt virksemi, sum tað eitur í dóminum.
Tær báðar kvinnurnar, Laura Ling og Euna Lee, vórðu handtiknar tann 17. mars á markinum millum Norðurkorea og Kina, har tær arbeiddu við tíðindum um norðurkoreanar, sum flýggja til Kina.
Norðurkoreanska ákæruvaldið hevur fyrr sagt, at kvinnurnar vóru komnar inn um markið uttan loyvi, og at tær høvdu útint fíggindaligt virksemi. Tær kunnu ikki kæra dómin, tí hann er endaligur, skrivar Reuters.