Á positivu síðuni telur tað eisini við, at hann fær fleiri túsund dollarar inn á bankabókina, at hann verður vinur við elituna á skúlanum, sosum Caleb Mandreke, og at hann kanska nú kann náa lívið og ein status, sum hann kann bjóða vøkru Chloe. Á negativu síðuni telur tað, at hann ikki má gretta orð um hetta fyri sínum gomlu vinum. Ikki heldur fyri Chloe og heldur ikki vinmanninum Will. Samstundis kannar Wiull fyri seg sjálvan duldu loynidómarnar hjá hesum losjuni, og stutt eftir finnur Luke hann deyðan.
Luke finnur skjótt út av, at talan er um morð, og at drápsmaðurin er at finna innan fyri The Skulls. Og hann finnur eisini út av, at hann við sínum limaskapi hevur msit møguleikan at gera nakað við tað. Ikki uttan tað, at hann við hjálp frá Chloe kann avdúka duldu loynidómar felagsskapisns, útpeika drápsmannin og fáa gamla lívið aftur. Áðrenn hettar kostar honum lívið, væl at merkja?