Arbeiðið, sum verður gjørt í løtuni er síðsti partur av fyrsta byggistigi. Hetta arbeiðið skal eftir ætlan verða liðugt í komandi viku.
Síðani byrjar næsta byggistig, sum er heilt yvir móti Gerðagøtu - við endan av fimleikarhallunum. Tá ber til at koyra niðan til skúlan eftir Skúlavegi og víðari niðan eftir Ziskagøtu.
Tá ið leiðingar eru lagdar hetta strekkið, verður byrjað uppá fýrrúmið til nýggja skúlan, sum bæði kloakk- og sjóhitaleiðingarnar skulu ganga ígjøgnum. Fýrrúmið verður alt undir verandi veghædd. Her verður so eitt knútapunkt til sjóhitaskipanina gjørt, sum skúlin so skal fáa hita frá.
Eitt annað arbeiði, sum verður gjørt nú, er ein nýggj fipurleiðing, sum verður løgd frá Føroya Tele, niðan eftir Skúlavegi og skal knýtast uppí ta leiðing, sum nú liggur niðan eftir Ziskagøtu. Tí verður eisini grivið framvið Norðoya Sparikassa nú og so yvirum til Føroya Tele.
Soleiðis verður farið í bitum heilt yvir til svimjihøllina, so bæði kloakkirnar verða dagførdar, men ikki minst fáa kommunalu stovnarnir eftir vegnum sjóhitaskipan lagda inn.
Mett verður at sjóhitaskipanin kostar um 7 mill, men verður hon spard inn aftur eftir fáum árum.










