Skúlin kostar 100 milliónir

Sáttmálin millum FuglArk og Klaksvíkar kommunu um at tekna og projektera nýggja skúlan er nú undirskrivaður.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri og Jákup Pauli Johannesen, arkitektur – FuglArk, hava skrivað undir stóra sáttmálan um nýggja skúlan í Klaksvík.

  

Sáttmálin millum FuglArk og Klaksvíkar kommunu um at tekna og projektera nýggja skúlan er nú undirskrivaður av Jógvan Skorheim, borgarstjóra og Jákup Paula Johannesen, arkitekti – FuglArk. 

 

Verkætlanin er uppá 100 mill kr. uttan MVG, so við hesum sáttmála er talan um størstu einstøku verkætlan hjá FuglArk sum heildarráðgevi í longri tíð.

 

FuglArk er heildarráðgevi og hava teir eisini gjørt avtalu við undirráðgevarar um konstruktiónir, styrkirokningar, HVS, ventilatión, el og ljóðviðurskifti. Svend Sivertsen, arkitektur, er settur sum projektleiðari.

 

Sanniliga er hetta eisini stór verkætlan hjá Klaksvíkar kommunu, og er nógv sett fyri, at verkætlanin skal eydnast væl handveksliga, fíggjarliga, og at tíðarætlanin heldur. 

 

Hesin skúlin kann eisini sigast vera bindiliðið í samanlagda skúlanum, so skúlin í framtíðini verður allur undir einari lon, tó at hann bygnaðar- og skipanarliga verður í fleiri eindum.

 

Avtalað er, at útboð skal verða í august í 2015, og skal 1. byggistig standa liðugt í mai 2018. Samlaða byggivíddin liggur um 4000 m2.

Orð og myndir: Dávur Winther