Skúlin í Hósvík verður kanska privatskúli

Bara ein kommunustýrislimur hevði atkvøtt ímóti eini slíkari ætlan

Myndin er av heimasíðuni hjá Hósvíkar skúla.

Verður skúlin í Hósvík niðurlagdur, og fluttur í ein felags skúla við Streymin, kann tað henda, at hann verður ein privatskúli ístaðin.

 

Á borgarafundi í Hósvík í gjárkvøldið varð ætlanin at niðurleggja skúlan í Hósvík, umrødd og í tí sambandi varð eisini umrøtt, hvat skúlabygningurin í Hósvík skal brúkast til, verður skúlin niðurlagdur, og fluttur við Streymin.

 

 

Les eisini: Fólkaatkvøða við avmarkaðum týdningi

 

 

Á fundinum staðfesti kommunustýrið, at tað var í øllum forum greitt, at skúlin í Hósvík skuldi ikki standa tómur og myrkur, men hvat húsið skal brúkast til, er ikki avgjørt.

 

Á fundinum vóru kommunustýrislimir spurdir, hvat teir høvdu sagt til at selt, ella leiga húsið út tile in privatskúla.

 

Og tað søgdu allir kommunustýrislimirnir, uttan ein, at tað høvdu teir tikið undir við.

Men teir vístu samstundis á, at skal húisð seljast, má  tað bjóðast út.

 

 

Tað var bara Sofus Johannesen, sum ikki hevði tikið undir við eini slíkari ætlan, tí hann segði, at hann tók ikki undir við at skipa serliga skúlar fyri úrvaldar bólkar í samfelagnum.  

 

Aðrir kommunustýrislimir førdu fram. at ein privatskúli er eitt tilboð, kommunan eisini kundu havt til barnafamiljur, tí summar vilja hava eitt slíkt tilboð.

 

Á borgarafundinum varð víst á, at nú verður nógv tosað um at skipa ein eftirskúla í Føroyum, og at tað er ein møguleiki, sum eisini eigur at verða havdur í huga fyri skúlabygningin í Hósvík, verður skúlin niðurlagdur.

Myndin er av heimasíðuni hjá Hósvíkar skúla.

Myndin er av heimasíðuni hjá Hósvíkar skúla.

Myndin er av heimasíðuni hjá Hósvíkar skúla.

Myndin er av heimasíðuni hjá Hósvíkar skúla.

Myndin er av heimasíðuni hjá Hósvíkar skúla.