Tað er er nú greitt, at skúlin á Trøllanesi verður endaliga afturlatin. Tað hevur Klaksvíkar Býráð samtykt á seinasta býráðsfundi.
Málið hevur malið aftur og fram í býráðnum, tí ynski hava verið frammi um, at skúlgongd eisini verður á Trøllanesi eisini sleppur at ganga í skúla á Trøllanesi. Eitt uppskot var at hava báðar skúlarnar tøkar og at lata tað standa til skúlaleiðsluna at skipa undirvísingina í Kallsoynni ímillum skúlan í Mikladali og skúlan á Trøllanesi, teir dagarnar í vikuni, næmingar ganga í skúla í Kallsoy, tí onkrar dagar ganga tey í skúla í Klaksvík.
Skúlin á Trøllanesi hevur verið stongdur og tey hava mett at tað fer at kosta 30.000 krónur at lata skúlan upp aftur við innbúgvið, útgerð, interneti o.s.fr. Herfríð Sørensen úr Fólkaflokkinum, skeyt upp at Býráðið samtykti, at skúlin í Kallsoy verður staðsettur í Mikladali.
Og uppskotið hjá henni varð samtykt við tað, at seks býráðslimir atkvøddu fyri, tað vóru tey fimm í Fólkaflokkinum og Steinbjørn O. Jacobsen í Tjóðveldið. Jógvan Skorheim, borgarstjóri, atkvøddi blankt og hini fýra atkvøddu fyri at varðveita skúlan á Trøllanesi. Sostatt er tað nú endaliga avgjørt, at skúlin í Trøllanesi verður stongdur. |
Tey hildu, at tað var eitt ógvuliga lítillátið ynski at skúlin í bygdini verður varðveitt og so smáligt eigur býráðið ikki at vera.










