Skúlin á Langasandi bygdur út

Útbygningurin í skúlanum á Langasandi reistur

Í dag bleiv útbygningurin í skúlanum á Langasandi reistur.

 

Bygningurin er umleið 80m2 til støddar í tveimum hæddum.

 

Í niðara partinum av útbygninginum er ætlanin at gera dur, køk og baðirúm.

 

Trappur koma at ganga upp á ovaru hæddina, har eitt baðirúm og møguliga salur ella kamar verður gjørt.

 

Á fíggjarætlanini hjá Sunda kommunu fyri 2024 eru pengar settir av til at gera bygningin lidnan.