Skúlin á Kamdsdali stendur undir í vatni

Tveir metrar av vatni eru í kjallaranum og tað hevur elvt til stóran skaða

Tá ið komið var í skúla í handilsskúlanum á Kambsdali í morgun, var tað ikki tespulig sjón, ið møtti teimum.

Ein á omanfyri skúlan er lopin og nógv vatn er runnið inn í kjallaran í skúlanum.

- Tað vóru einir tveir metrar av vatni í kjallaranum, sigur Hjalmar Hansen, rektari á Handilsskúlanum.

 

Brandbilar eru komnir at pumpa vatnið úr kjallaranum aftur og tey siga, at eini 600 tons av vatnið eru komin inn í kjallaran.

 

Tað er ein á, sum rennur omanfyri skúlan, sum er lopin. Tað hevur verið nógvur kavi seinastu dagarnar og harafturat er nakað grivið av áarbakkanum í samband við útbygging á skúladeplinum á Kambsdali.

 

Sostatt hevur nógv vatn verið í ánni, samstundis sum minni hevur verið at standa ímóti við og tískil leyp áin.

 

Skúlastjórin sigur, at skaðin er stórur, oljufýrið er farið, so har er eingin varmi í skúlanum, elveitingin er partvís farin, eins og internetsambandið er farið. Í kjallaranum er eisini nógv útgerð til ventilatión, og eisini hon stendur undir í vatnið.

Skúlastjórin sigur, at í morgun er skúlagongd sum vant og á miðdegi verður støða tikin til, hvussu farast skal fram.

Enn fær rektarin heldur ikki sagt nakað um, hvussu hetta fer at ávirka skúlagongdina frameftir.