Skúlin á Fløtum skal hava nýggjan skúlastjóra

Hanus Joensen leggur í summar frá sær sum skúlastjóri á Skúlanum á Fløtum í Havn fyri aldur.

 

Skúlin á Fløtum eru samanløgdu skúlarnir, Tórshavnar Kommunuskúli og Venjingarskúlin – sum flyta í nýggjan bygning, ið verður bygdur úti á Fløtum í Havn.

 

Hanus Joensen varð settur sum skúlastjóri í Tórshavnar Kommunuskúla 1. apríl í 1997, tá Ottar Jaocbsen legði frá sær fyri aldur. Tá Kommunuskúlin og Venjingarskúlin vórðu lagdir saman fyri trimum árum síðani, varð Hanus Joensen settur sum stjóri í samanlagda skúlanum, ið seinni fekk navnið Skúlin á Fløtum.

 

Mentamálaráðið fer í næstum at søkja eftir nýggjum skúlastjóra til Føroya størsta skúla.