Skúlin á Argjahamri stongdur alla vikuna

Koronustøðan á Skúlanum á Argjahamri elvir nú til, at skúlin verður stongdur restina av vikun

Hesum boðar skúlin frá á heimasíðuni í kvøld:

– So komu boðini frá Landslæknanum, at skúlin og frítíðarskulin skulu verða stongdir restina av vikuni av smittuvanda, skrivar skúlin.

– Farið verður undir fjarundirvísing í staðin, skrivar skúlin, sum vísir til teldupost, sum foreldur hava fingið frá flokslærunum.

Tað var um vikuskiftið, at boðað varð frá, at Skúlin á Argjahamri var stongur í dag, tí lærar og næmingar vóru smittaðir við koronu.