Varð rætt atborið, skuldi Grikkaland ongantíð verið komið upp í evrusamstarvið. Tað heldur í hvussu er fyrrverandi týski fíggjarmálaráðharrin Theo Waigel.
Í samrøðu við sjónvarpsstøðina Phoenix sigur hann, at Grikkaland var ikki búgvið til evrusamstarvið, tá landið kom uppí í 2001, tí tann fíggjarliga støðan í landinum var ikki nóg góð tá.
At landið kortini bleiv góðkent komst av, at hini londini gjørdu ikki tað neyðuga kanningararbeiðið. Ikki fyrr enn trý ár seinni, í 2004, greiddi grikska stjórnin frá, at hallið hjá tí almenna var munandi størri, enn tann undanfarna stjórnin hevði sagt, sigur Theo Waigel við Phoenix.