Skuldu myrða forsetan

Løgreglan í Meksiko sigur, at eitt rúsevnaharkalið, sum eitur Sinaloa, hevði lagt ætlan um at myrða landsins forseta, Felipe Calderon. Men ætlanin bleiv avdúkað, og ein maður er handtikin og skuldsettur fyri at hava lagt ætlanina til rættis.

Talsmaðurin hjá løgregluni sigur, at rúsevnaharkaliðið ætlaði at beina fyri forsetanum sum hevnd fyri, at herurin hevði søkt at teirra leiðara.

Felipe Calderon fór undir bardagan við rúsevnaharkaliðini í desember í 2006, og síðani hevur bardagin millum myndugleikarnar og harkaliðini kravt umleið 13.000 mannalív, skrivar AP.