Tað sigur Jógvan Martin Olsen, venjari hjá Víkingi, um dystin við Margári móti EB/Streymi í kvøld.
- Eg haldi kki at eg taki nakað frá EB/Streymi ella leggi nakað til hjá okkum, tá eg sigi at vit áttu at havt vunnið dystin í dag, sigur Jógvan Martin Olsen.
Víkingur kom til fleiri góðar málmøguleikar. Heilir tíggju ferðir høvdu teir royndir á EB/Streyma málið, meðan EB/Streymur bara rakti málið fýra ferðir í hinum endanum.
- Vit eru ikki nóg neyvir og hava trupult við at gera mál, tí vit koma til góðar málmøguleikar, staðfestir Jógvan Martin Olsen og leggurt afturat, at hann er væl nøgdur við avrikið hjá sínum spælarum í kvøld.
Hoyr samrøðuna við Jógvan Martin Olsen undir greinini.